Mentanarvikan, sum verður í Fuglafirði í næstu viku, fær forkunnuga fólkatónleikaravitjan úr útlandinum - og úr Føroyum.
Tað eru teir báðir Nils Zandhers og Lennart Torstensson, sum koma at vitja. Teir hava báðir undirvíst á kenda fólkatónleikaraskúlanum í Kungälv.
Við sær á pallin hava teir hendan dagin navnframar menn sum eisini hava gingið á Kungälv, Niels og Helga Midjord, Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen.
Tiltakið á John's, sum verður leygardagin frá klokkan 16-19, er ókeypis, og hetta verður skipað sum ein hugnaløta við fólkatónleiki og hugna.










