Í gjár byrjaði Fólkatónleikastevnan 2014, og vóru tað fleiri framførslur á skránni í Norðurlandahúsinum.
Í dag hava tónleikarar spælt í Mykinesi, og í morgin gongur leiðin til Nólsoyar til Maggie's café.
Mikudagin verður kaffihúsið í Havn karmur um tiltakið, og síðani verður farið til Fugloyar og Svínoyar.
Fleiri av okkara fremstu tónleikarum framføra til Fólkatónleikastevnuna, og skráin er at síggja her: