Í sambandi við Fólkatónleikarastevnuna hevur eitt satt maraton verið hildið á Maggie's í dag.
Lagt var til brots longu klokkan 15 í ag,og so hevur verið spælt útí eitt fram til klokkan 22 í kvøld.
Nógvir av fremstu tónleikarunum í landinum hava vitjað í Nólsoy í dag, og hølini vóru stúgvandi full meginpartin av tíðini.
Nógv høvu eisini leitað sær útum fjørðin at vera við hesa góðu løtuna í Nólsoy í kvøld, tí veðrið var eisini av tí besta.
Dagurin varð rundaður av við at Spælimenninir í Nólsoy vóru á pall og spældu, til Ternan nærkaðist Nólsoy, og tí var hjá teimum vitjandi at venda til Havnar aftur.










