Á tíðindafundinum á middegi boðaði Mette Frederiksen frá, at fólkatingsval verður allahalgannadag 1. november. Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Fólkatingsvalið verður týsdagin 1. november

Fyri lítlari løtu síðani skrivaði Mette Frederiksen út fólkatingsval at verða allahalgannadag 1. november

Á tíðindafundinum á middegi boðaði Mette Frederiksen frá, at fólkatingsval verður allahalgannadag 1. november. Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Tað gjørdi hon uttan fyri embætisbústaðin hjá forsætisráðfrúuni, Marienborg, har fjølmiðlarnir vóru bodnir til tíðindafund, har tey kortini ikki fingu høvi at seta henni spurningar.

 

Í Føroyum stilla allir flokkar upp uttan Sjálvstýrið. Tað eru bara flokkar, sum eru umboðaðir í Løgtinginum, sum kunnu stilla upp. Til ber einstaklingum at stilla upp uttanflokka. Tað krevur undirskriftir frá 150 veljarum.

 

– Javnaðarflokkurin fer til val upp á at skipa eina breiða stjórn tvørtur um miðjuna, segði Mette Frederiksen.

 

Tað vil siga, at flokkurin fer til val upp á tað sama, sum tey Radikalu og Moderatarnir hava sagt seg vilja, at skipa eina breiða stjórn við flokkum báðum megin miðjuna í donskum politikki.

##med2##

 

Á tíðindafundinum á middegi boðaði Mette Frederiksen frá, at fólkatingsval verður allahalgannadag 1. november. Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Boðini um fólkatingsvalið komu á tíðindafundi á Marienborg á middegi. Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix