Nú verður hildið fyri púra vist, at Helle Thorning-Schmidt fer at skriva út fólkatingsval í morgin. Í morgun hava Helle Thorning-Schimdt, forsætisráðharri, og Morten Østergaard, búskaparmálaráðharri, hildið tíðindafund, har tey hava lagt fram eina ætlan um, at stjórnin ætlar at brúka 39 milliardir krónur til vælferð fram til 2020.
Í gjár boðaði Morten Østergaard frá, at Danmark nú var komið úr kreppuni og at Danmark nú var í búskaparligari framgongd.
Ætlanin var, at búskaparfrágreiðing hjá stjórnini skuldi leggjast fram hósdagin. Men nú er vent í holuni, og frágreiðingin verður løgd fram á tíðindafundi seinni í dag.
Hetta tulka allir eygleiðarar sum, at valið verður skrivað út í morgin. Tá valið er útskrivað, kann stjórnin ikki leggja eina slíka frágreiðing fram, og hildið verður fyri vist, at búskaparfrágreiðingin er so positiv fyri stjórnina, at Helle Thorning-Smidt fer at skriva valið út í morign.
Verður val skrivað út í morgin er sannlíkt at tað verður týsdagin 16. juni ella hósdagin 18. juni.