Fólkaskúlin skipast øðrvísi

– Allarflestu avgerðir á fólkaskúlaøkinum verða tiknar í sjálvum Mentamálaráðnum, men tað ætla vit at broyta, samstundis sum skúla í økjum fáa betri møguleika at samstarva, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú fólkaskúlalógin skal broytast.

Millum uppskotini, sum eru at finna í løglistanum, ið Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur lagt fram saman við ólavsøkurøðuni, er eitt uppskot um broyting í løgtingslógini um fólkaskúlan.

Har stendur, at lógarbroytingin skal tryggja, at fólkaskúlin kann rekast á skynsamasta hátt, har avgerðir verða tiknar so miðfyrrað – desentraliserað – sum til ber, og næmingar kring alt landið fáa ta best møguligu undirvísingina.

Við at trýsta á pílin undir myndini, ber til at hoyra samrøðu við Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum.