– Eg ásanni, at neyðugt er at broyta fólkaskúlan fyri at betra fakliga støðið og trivnaðarligu umstøðurnar. Vit mugu tora at hugsa øðrvísi, og at skipa fólkaskúlan í størri eindir, har tað landafrøðiliga ber til. Ein góður og mennandi fólkaskúli er týðandi fortreyt fyri, at vit lofta avbjóðingum í nútíðarsamfelagnum.
Tað segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður í ólavsøkurøðuni.
Hann vísti á, at hetta fer at geva skúlunum betri møguleika at skipa og mynda sítt virksemi, og fleiri tilboð fara at standa næmingunum í boði.
Eisini skal sernámsfrøðiliga ráðgevingin verða knýtt tættari at nýggju skúlaeindunum.
– Á henda hátt fara næmingar at fáa betri og skjótari hjálp í nærumhvørvinum. Nýskipanin verður eftir ætlan sett í verk í skúlaárinum í 2014/15, segði løgmaður.