Fólkaskúlin á valskránna

Kjakfundur um framtíðar skúlabygnaðin í Føroyum verður mánakvøldið um eina viku

 

 

Í sambandi við løgtingsvalið skipar Heim og Skúli fyri kjakfundi í auluni hjá Námsvísindadeildini og Skúlanum á Fløtum (gamli venjingarskúlin) mánakvøldið 17. August. Evnið er framtíðar fólkaskúlin í Føroyum.

 

Hvat kunnu foreldur, børn, lærarar, námsfrøðingar og annars samfelagið sum heild vænta okkum av broytingum á fólkaskúlaøkinum í komandi samgonguskeiði. Verður fólkaskúlin eitt av aðalmálunum hjá komandi samgongu ella fer fólkaskúlin at standa í skugganum av øðrum málum, sum vit hoyra politisku valevnini brúka nógva orku uppá í valstríðnum?

 

Hetta er millum annað spurningarnar, sum verða settir, og tvey umboð fyri hvønn politiskan flokk eru boðin á fundin, skriva fyriskipararnir úr Heim & Skúla.

 

Fundurin verður skipaður við tveimum umførum við einum uppleggi á tríggjar minuttir fyri hvønn flokk. Síðani fáa valevnini høvi at svara uppfylgjandi spurningum frá orðstýrara. Síðani verður kjak við møguleika fyri at seta valevnunum spurningar ella at gera viðmerkingar.