Fólkafundur á Skarðinum í morgin

Útsetti fólkafundurin verður á Skarðinum Fuglafjørð og Hellurnar verður í morgin, sunnudagin, klokkan 15:30 – um viðrar. Hesum boðar Kunningarstovan í Fuglafirði frá.

 

Fólkafundurin skuldi verið síðsta sunnudag, men varð útsettur vegna mjørka.

 

Røðari verður  Jákup Pauli Johannesen, arkitektur.

 

– Annars hugna vit okkum við felagssangi sum hini árini. Farið verður til gongu frá  kunningarstovuni á Bugnum kl. 14, siga Kunningarstovan og Fornminnisfelagið í Fuglafirði.

 

Tiltakið er ókeypis. Øll eru vælkomin.