Fólkafundur á Skarðinum

Afturvendandi fólka­fund­ur­in, sum plagar at vera á Skarð­i­num millum Fugla­fjørð og Hellurnar fyrst í aug­­ust­mánaði varð hildin í góð­veðr­inum í gjár.

 

Nógv fólk høvdu leitað sær leiðina niðan til stóra varð­an, har sungið varð fyri og eftir røðuna, sum Stein­tóra Nesá helt. Hon treiv í minnir úr Fuglafirði og hugleiddi um hetta »und­arliga tiltakið«, ið á fyrsta sinni var miðskeiðis í 90-u­num – at leita sær niðan á eitt fjall at syngja og halda røðu.

 

Henda leiðin um Skarðið varð gingin í handils-, lækna-, post- og øðrum ørindum ella bert vegna fjallgongu, sum ikki var so sjálvdan

 

»Nú kunnu vit heldur velja at sita við i-phonini ella teld­uni og nærlesa heimin«. »Kanska er hetta skilabetri, heldur enn at leita sær í nátt­úr­una, røða um hana, syngja um hana ella bara njóta hana«. »Tykkum nýtist ikki at svara mær«, segði Stein­tóra.

 

»Hetta kann næsti røðari hug­leiða um og hugsa um til næstu ferð, vit standa her uppi og halda røðu og syngja«, segði hon m. a.

 

Ein fólkafundur í Fugla­firði endar altíð við, at sung­ið verð­ur ”Boðar tú til allar tjóðir”, og so varð eisini hesa­ferð.


Eftir fundin, sum 80 fólk vóru komin saman til uppi á Skarðinum, varð gingið nið­an á røðina til Góðadal og so eftir henni niðan á Altarið; har sera vakurt og frálíkt útsýni er.