Fólkaflokkurin veitir væntandi tær seinastu tvær undirskriftirnar

Børn í fátækaváða: Uppskotið hjá Tjóðveldinum manglar nú tvær undirskriftir, og sum skilst ætlar Fólkaflokkurin sær at veita andstøðuni tær restandi undirskriftirnar.

 

Børn í fátækaváða: Uppskotið hjá Tjóðveldinum manglar nú tvær undirskriftir, og sum skilst ætlar Fólkaflokkurin sær at veita andstøðuni tær restandi undirskriftirnar. 

 

Ein samlað andstøða stendur nú aftanfyri uppskotinum um at veita børnum, sum liva í fátækraváða, ein bráðfeingisstuðul á 1500 krónur pr. mánað fyri hvørt barn. Miðflokkurin hevur eisini skrivað undir, og tað merkir, at uppskotið nú manglar einans tvær undirskriftir fyri at verða lagt fram fyri tingið. 

 

Freistin fyri at leggja uppskot fyri tingið er farin, og tí krevur tað 17 undirskriftir frá tingfólkum, fyri at uppskotið skal blíva lagt fyri tingið. Tað hevur verið ivasamt um teir stóru samgonguflokkarnir, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fóru at loyva uppskotinum fram, men fyri løtu síðani segði Jákup Mikkelsen, formaður fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum, at hann helt tað var rímiligt, at andstøðan slapp framat við sínum uppskotið. 

 

- Landsstýrið hevur lagt fleiri uppskot fyri tingið síðani freistin fór, og tí er tað ein ávís demokratisk rímiligheit í, at andstøðan eisini sleppur at leggja sítt uppskot fyri tingið, sigur Jákup Mikkelsen. 

 

Hann vil ikki endaliga vátta, um Fólkaflokkurin fer at veita andstøðuni tær seinastu undirskriftirnar, men hann sigur, at tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum nú skal hava fund um málið, og endalig støða verður tikin innan nakrar tímar. 

 

- Eg kundi ímyndað mær, at vit skriva undir uppá at leggja tað fram, sigur Jákup Mikkelsen. 

 

Vit frætta meira um hetta málið seinni í dag.