Fólkaflokkurin hevur í dag lagt valskránna fram til løgtingsvalið. Tað var gjørt á framløgu í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har Fólkaflokkurin hevur fingið innivist fram til valið.
Floksformaðurin Beinir Johannesen legði fram úr valskránni. Han vísti á, at familjan er kjarnin í samfelagnum, og tí skal samfelagið vera familjuvinarligari. Av fyrstu punktunum nevndi hann:
- Hækka barnafrádráttin
- Frælsa barnaansing, har peningurin fylgir barninum
- Frælsi at skipa barsburðarfarloyvi, sum foreldur vilja sjálvi
- Smidligari barsilsskipan
- Hámarkið í barsilsgrunninum hækkast til 40.000 kr
- Skattafríur barnakekkur upp á 20.000 kr
Barnastudningur til lesandi skal hækkast.
Um bústaðir varð lovað afturberinga fyri MVG heldur enn rentustuðul.
At brúka part av eftirlønaruppsparing til fyrsta bústað.
Fólkaflokkurin lovar eisini avgjaldssteðg, at skattaskipanin skal javnast, at kommunur skulu fáa heimild at hækka botnfrádráttin.
Smærri fyritøkur og sjálvstøðu skulu hava færri fíggjarligar byrðar. Sjálvstøðug vinnurekandi skulu vera betri stillað viðvíkjandi almennum skipanum sum barsils- og dagpeningaskipan.
Kringvarpsgjaldið skal takast av fyri smærri fyritøkur.
Á útlendingaøkinum sigur Fólkaflokkurin, at vit skulu seta strangari krøv til teirra, ið koma til Føroya umvegis arbeiðsloyvi. Eitt nú skulu fleiri ár ganga, áðrenn tey kunnu fáa familju til Føroya. Og so skal krevjast revsiváttan frá útlendskari arbeiðsmegi.
Viðvíkjandi fíggjarpolitikkinum sigur flokkurin, at vit skulu hava iena kós, sum tryggjar vøkstur og sjálvberandi búskap. Tað almenna skal umskipast skynsamari og effektivari.
##med2##
– Vit fara at bjóða út almennar tænastuveitingar til privat at reka, sigur flokkurin, sum eisini nevnir, at eitt fíggjarpolitiskt regluverk skal tálma almenna útreiðsluvøkstrinum.
Føroya skulu gerast fyrimynd við grønum loysnum, elveitingarlógin skal broytast, so privat fáa betri møguleika at framleiða grøna orku, og varandi orkukeldur skulu troytast, sigur Fólkaflokkurin.
Á heilsuøkinum sigur Fólkaflokkurin, at øll trý sjúkrahúsini skulu styrkjast.
Um sálarheilsu sigur Fólkaflokkurin millum annað, at barnapsykiatriin skal uppraðfestast, so bíðilistar til útgreinin verða styttir, og flokkurin heldur, at brúk og aldursmark á sosialu miðlum fyri børn og ung skal viðgerast. Og bústovnar skulu leggjast í støri eindir, ið harvið geva skynsamari rakstur.
Um tjóðskaparmál sigur flokkurin, at endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar.
– Vit skulu hava lóggávuvald á øllum økjum, og úteftir skulu vit telja við sum land javnbjóðis øðrum sjálvstýrandi londum, í tjóðarsemjan leggur upp til.
Fólkaflokkurin stillar hesi 34 fólkini upp til løgtingsvalið:
- Annfinn Hjelm
- Armi Skaale
- Astrið Breckmann
- Bárður á Lakjuni
- Beinir Johannesen
- Bill Justinussen
- Birgir Nielsen
- Birita Lamhauge Jánsdóttir
- Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
- Erling Mørkøre
- Eyðun Jákupsson Tausen
- Fía Selma Nielsen
- Fróði Hammer
- Fróði Magnussen
- Grímur Sundstein
- Hans Pauli Henryson
- Jacob Vestergaard
- Jan Vestergaard
- Jeanni Dam Jacobsen
- Jessica Cazabon Celibashi
- Jóhanna Andreasen
- Jørgen Niclasen
- Kristian Krog Hentze
- Leivur Simonsen
- Marmi Eyðolvsson Joensen
- Niels Jacob Heinesen
- Rannvá Isaksen
- Rósa Tyril
- Rúna Wenningsted Hansen
- Rúni Hammer
- Ruth Fallsá Benbakoura
- Steffan Abrahamsson Løkin
- Tummas í Garði
- Uni Rasmussen












