Fólkaflokkurin hevur havt stórt vald í hesi samgonguni.
Hóast tey eru ósamd um tað allarmesta, eru Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, og Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum samd um eitt. Og tað er, at Fólkaflokkurin hevur stórt vald í hesi samgonguni.
Veljakarakanningar sum eru gjørdar, geva Fólkaflokkinum, og samgonguni sum heild, ein rættiligan kjaftfisk.
Samstundis gonur andstøðan rættiliga nógv fram, serliga javnaðarflokkurin, sum verður stóri vinnarin og fær tríggjar tinglimir afturat, so at hann kemur upp á heilar níggju tinglimir tilsamans.
Tjóðveldi hevur eisini stóra framgongd, men verri enn so líka stóra sum Javnaðarflokkrin. Tjóðveldi fær ein tinglim afturat og kemur upp á sjey tinglimir.
Hinvegin missur Sambandsflokkurin tveir tinglimir og fær bara seks tinglimir
Í kjaksending á Rás2 í gjár, helt Kristina Háfoss, at ein orsøk er, at Fólkaflokkurin hevur havt buktina og báðar endarnar í hesi samgonguni og tískil hevur politikkurin verið so høgravendur, sum hann kanska aldrin hevur verið áður í Føroyum.
Her hevur Javnaðarflokkurin sæð ein møguleika fyri at styrkja seg og tessvegna hevur hann boðað frá, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin.
Kristina Háfoss heldur, at ein avleiðing av hesum er, at spurningurin um um loysing ella samband er fánaður eitt sindur.
Hinvegin stendur polariseringin ístaðin fyri ímillum vinstra og høgrapolitikk, og Kristina Háfoss heldur, at tað hevur styrkt Javnaðarflokkin.
Eisini Bárður Nielsen helt í kjakinum, at Fólkaflokkurin hevur verið rættiliga íðin eftir at fáa sær vald í samgonguni.
- Hjá Sambandsflokkinum hevur tað haltað at fáa okkara boðskap fram. Tí hóast tað ikki passar, er tað hetta, sum stendur eftir hjá fólki, at almannamál og heilsumál eru skerd og at vit føra ein karráðan høgrapolitikk eftir uppskriftini hjá Fólkaflokkinum.
- Tað eiga vit at taka fulla ábyrgd av, og samstundis hava vit ikki verið ov veikir, tá ið vit hava ført okkara politikk fram.
Bárður Nielsen sigur, at niðurstøðan eigur at vera, at Sambandsflokkurin má duga betri at føra seg fram.