Fólkaflokkurin vann slagið um Norðoyggjarnar. Anfinn Kalsberg var afturvaldur og fyrstvaldi tingmaður fyri Fólkaflokkin. Hin Fólkafloksmaðurin er nývaldur og eitur Jógvan við Keldu. Hann er býráðsfomaður í Klaksvík og nú eisini tingmaður.
Hjá Javnaðarflokkinum er Vilhelm Johannesen afturvaldur og hjá Tjóðveldisflokkinum er Heini O. Heinesen eisini afturvaldur.
Annars var úrslitið í Norðoyggjum tað, at
Fólkaflokkurin fekk 1047 atkvøður, 28,5% og tveir tingmenn
(Anfinn Kalsberg 509 og Jógvan við Keldu 220)
Tjóðveldisflokkurin fekk 957 atkvøður, 26,2% og ein tingmann
(Heini O. Heinesen 514)
Javnaðarflokkurin fekk 647 atkvøður, 17,6% og ein tingmann
(Vilhelm Johannesen 266)