Tá Annika Olsen og Jørgen Niclasen hósmorgunin aftur kundu sita lið um lið í fólkaflokshølunum í Gamla Apoteki, hevði tað nakrar tekniskar broytingar við sær í tingarbeiðinum, umframt valdsbýtinum millum samgongu og andstøðu.
Í sjálvum tingsalinum førdi broytingin við sær, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin máttu skifta um sessir í tingsalinum, meðan tað fyri valdsbýti merkti, at valbólkarnir eisini broyttust.
Fyri ein nevndarformanssess í fíggjarnevndini gav Annika Olsen nevniliga samgonguni sín stuðul tá nevndarbýti var í tinginum í september, samstundis sum hon eisini gjørdist partur av Framsókn.
Tann stuðulin steðgaði tó ikki, tá Annika nakrar fáar dagar seinni tók seg úr Framsókn, men hevur hon stuðlað valbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi, Framsókn, Nýtt Sjálvstýri og Sonju Jógvansdóttir fram til hósdagin, tá Jørgen Niclasen á Vágaportalinum kundi boða frá, at teir ynsktu eitt nýtt nevndarbýti, nú valdsjavnvágin varð broyttur fyri fimtu ferð í hesi tingsetu.
Trupulleikin er tó, at fyri at krevja eitt nýtt nevndarbýti er neyðugt, at ein meiriluti av løgtingslimum tekur undir við tí, og longu nú er greitt, at allir andstøðuflokkar taka ikki undir við tí.
Tí eins og Annika Olsen og Sonja Jógvansdóttir, so valdu Nýtt Sjálvstýri, hóast teir eru í andstøðu, at stuðla valbólkinum hjá samgonguni afturfyri, at teir fingu meira í sín part, enn teir høvdu fingið í valbólkinum hjá andstøðuni.
Tað er einki nýtt, at tá ein politikari hevur telvað seg í eina sterka støðu, so vil viðkomandi ikki sleppa tí støðu uttan víðari. So tað var ikki óvæntað, at Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, segði við Kringvarpið í gjár, at teir vóru so mikið væl nøgdir við nevndarbýti, at teir ikki eru sinnaðir at skipa nevndirnar av nýggjum.
Harvið er greitt, at tað ikki verður við hjálp frá andstøðuflokkinum Nýtt Sjálvstýri, at valdsbýtið í nevndarsessum millum samgongu og andstøðu verður broytt.

Fólkaflokkurin fær onga hjálp frá Kára





