Christian Andreasen, formaður Fólkafloksins

Fólkaflokkurin fær mest í landskassastuðli

Roknskapirnir hjá flokkunum á tingi vísa millum annað, at Fólkaflokkurin fær hægsta almenna stuðulin, og at Framsókn hevur lakasta ársúrslitið

Christian Andreasen, formaður Fólkafloksins

Vinnuvitan.biz hevur nú kunngjørt roknskapirnar hjá politisku flokkunum á tingi.

 

Støddin á flokkunum er avgerandi fyri, hvussu stóra inntøku flokkarnir hava, tí teir liva at kalla bara av almennum stuðuli. Inntøkur av limagjaldi o. ø. eru bara viðfáningar, og stuðulin av Løgtingsins fíggjarlóg, sum flokkarnir jú sjálvir stýra, telur mest á inntøkusíðuni hjá flokkunum.

 

Tí hevur Fólkaflokkurin sum størsti flokkur á tingi størsta landskassastuðulin, sum flokkurin sjálvur kallar tað í ársfrágreiðingini. Fólkaflokkurin fær eina góða millión krónur á hvørjum ári hettta valskeiðið.

 

Javnaðarflokkurin, ið er næststørsti flokkur á tingi, fær eina slaka millión, 961.000 krónur, og so koma hinir flokkarnir aftaná eftir stødd, sum sæst í talvuni niðanfyri.

 

Sjálvstýri fær sum minsti flokkurin minsta landskassastuðulin, 138.000 krónur.

 

 

Flokkur

 
 

Landskassastuðul

 
 

Úrslit

 
 

Fólkaflokkurin

 
 

1.042.000

 
 

672.000

 
 

Sambandsflokkurin

 
 

899.000

 
 

621.000

 
 

Javnaðarflokkurin

 
 

961.000

 
 

681.000

 
 

Sjálvstýri

 
 

138.000

 
 

207.000

 
 

Tjóðveldi

 
 

823.000

 
 

466.000

 
 

Framsókn

 
 

412.000

 
 

98.000

 
 

Miðflokkurin

 
 

388.000

 
 

221.000

 

 

Ársúrslitini fylgja ikki heilt stødd ella landskassastuðuli. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava at kalla somu úrslit, sum sæst í talvuni omanfyri, meðan hinir hava lægri inntøku.

 

Christian Andreasen, formaður Fólkafloksins