Tað verður ongin skattalætti til føroyingar við lægri inntøkum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum staðfestir, at í hvussu so er rinda fólk við lágum inntøkum so lítið í landsskatti, at har er eingin skattur at lækka. Á Rás2 vísti hann á í gjár, at tey 22 prosentini av føroyingum, sum hava tær lægstu inntøkurnar, rinda bara fimm prosent av landsskattinum.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at eitt prosent av teimum best løntu føroyingum heili 10 prosent av landsskattinum og 30 prosent av teimum føroyingum, sum hava hægstu lønirnar rinda næstan 80 prosent av øllum landsskattinum. - At siga nakað annað, er at kasta fólki torvmold í eyguni, leggur Jørgen Niclasen afturat. - Hetta prógvar, at tað eru tær breiðastu herðarnar, sum eisini bera tær tyngstu byrðarnar.
Sostatt er tað í kommunukassarnar, at tey lægstløntu rinda allan skattin, tey rinda, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Hann vónar tískil, at tað ber til at finna semju við kommunurnar um at lækka kommunuskattin, ella at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum, tí tað er har, at tað ber til at lækka skattin hjá fólki við lægri inntøkum.
Sostatt endurtekur Jørgen Niclasen akkurát tað, sum Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi, førdi fram á Fólkafundinum í Runavík seinasta vikuskiftið, har hann segði, at skal skatturin hjá teimum lágløntu lækka, mugu kommunurnar lækka skattin. Hann sigur, at tað eru eini 22.500 skattgjaldarar í Føroyum og tey 50 prosent av teimum rinda 96 prosent av øllum landsskattinum.
Tann helvtin av skattgjaldarunum, sum hava lægstu lønirnar, rindar bara fimm prosent av øllum landsskattinum. - At lova teimum lægri landsskatt, er at fyrigykla teimum nakað, sum als ikki ber til. - Skulu tey hava skattalætta, verður tað kommurnar, sum mugu taka sær av tí, sigur Jákup Mikkelsen.
|