Vit hittu Bjørg Jarnskor og Duritu Svensdóttir, sum seinastu vikurnar, hava arbeitt við at finna sovipláss til umleið 80 útlendingar, sum eru komnir til Føroyar, í samband við G! festivalin. Tað eru fyri tað mesta tíðindafólk, tónleikarar, og so hjálparar, hjá teimum ymsu bólkunum.
Tær uppliva, at fólk í økinum eru sera blíð og hjálpsom. Tað eru umleið 80 gestir, sum skulu hýsast. Fleiri av teimum sova privat, og annars eru tey á gistingarhúsið, og í skúla- og barnagarðsstovum í nærumhvørvinum.
Tað er eitt stórt putlispæl at fáa alt at ganga upp, men hóast tað hava verið onkrar missskiljingar og forðingar á vegnum, so lata flestu útlendingarnir væl at, og gleða seg at sleppa á festival aftur.