Nýggi sjúkrahússtjórin hevur avgjørt at hava fasta telefontíð, har borgarin kann ringja til sín og fáa eitt stutt prát um tað, sum liggur teimum á hjarta.
Undirtøkan hevur verið góð, sigur Johnny í Grótinum. Telefontíð er seinasta mikudag í hvørjum mánað og í dag er so aðru ferð, at hann hevur telefontíð.
- Seinast ringdu eini 7, 8 fólk og hendan fyrra tíman í dag, hava eini 4 fólk ringt. Tað er ymiskt, hvussu langar samrøðurnar eru, onkrar eru stuttar, aðrar upp í eini 20 minuttir, men sjáldan er stilli, sigur hann
Onkur kundi freistast at vænta, at flestu fóru at ringja við klagum, men Johnny í Grótinum sigur, at í størstan mun ringja fólk við góðum ráðum.
- Í dag hava tveir fyrrverandi sjúklingar ringt og fortalt mær um sínar upplivingar á sjúkrahúsinum. Báðir høvdu teir góð uppskot til, hvussu vit kunnu gera uppihaldi hjá sjúklingunum betri. Annar teirra nevndi, at hann helt tað vera skilagott, um ein greið ætlan var við sjúklinginum, eisini viðvíkjandi uppfylging eftir skurðviðgerðina, so ein fekk eina tíð til uppfylging beinan vegin. Nú er í onkrum førum, at sjúklingar sjávir mugu seta seg í samband við sjúkrahúsið til uppfylging, men mugu ofta bíða í langa tíð, áðrenn teir sleppa frammat, sigur sjúkrahússtjórin.
- Slíkar afturmeldingar eru týdningarmiklar at fáa, og eg fari heilt víst at arbeiða við at seta betri skipanir í verk á hesum økinum, sigur Johnny í Grótinum.
- Ein onnur, sum ringdi inn, hevði at okkum, at tað meðan hon var á Landssjúkrahúsinum, var torført at fáa frið. Fólk vóru upptikin alla tíðina, alt var so hektiskt, so hon merkti lítið til heitu hendurnar ella umsorganina. Hetta er eisini nakað, vit mugu hyggja at, sigur hann.
Sjúkrahússtjórin sigur, at seinast vóru fleiri starvsfólk, sum ringdu, meðan tað hesa ferð hava verið aðrir borgarar.
- Hetta hevur gingið, sum eg hevði vónað. So fáa vit at síggja, um vit mugu skipa fyri fleiri sovorðnum telefontíðum um mánaðin, sigur Johnny