Nú er komið fram, at við á ferðini til Havnar vóru fólk, bústitandi í Suðuroynni, ið ikki skuldu til Havnar. Teimum kunnugt sigldi skipið kl. 19:00. Hetta vóru eisini boðini, tey fingu á dekkinum.
Tey vóru farin umborð eitthvørt ørindi, men endaðu í Havn.
Manningin orsakaði hendingina og lovaði teimum ókeypis ferðaseðil heimaftur.
Tað hevur ikki eydnast at fingið viðmerkingar til málið, men vónandi eydnast hetta til týsdagsblaðið.