Nógvur vindur hevur verið í nátt, men lítil ongin skaði er hendir.
Løgreglan sigur, at í Hvannasundi er ein vindskeið farin, men tað er einasti skaði, sum er fráboðaður.
Hinvegin sigur løgreglan, at tey fáa nógvar fráboðanir frá fólki, sum stúra fyri ymiskum, sum liggur leyst.
Talan er bæði um skrambul, byggitilfar og annað, sum fólk stúra fyri, kann fara í luftina í vindi og elva til skaða.
Løgreglan sigur, at tað, tey fáa gjørt í førum, sum hesum, er at boða eigarunum frá og fáa hann at tryggja lutirnar.
Annars sigur løgreglan, at tað er ein trupulleiki nógvastaðni, at lutir, sum kunnu fara í luftina í vindi, ikki verða tryggjaðir nóg væl.