Í sambandi við Mentanarnáttina hevur tilbúgvingin hjá Tórshavnar kommunu í kvøld skipað fyri einum tiltaki á Bursatanga, har sýnt hevur verið fram ymiskar bjargingarstøður. Brandbilar, sjúkrabilar og tyrla hava verið til venjing við hópin av áskoðarum.
- Umframt útgerðina, sum vit vísa fram, hava vit trý ymisk tiltøk. Tað eina er eitt ferðsluóhapp, har vit klippa fólk leys. Tað næsta er ein bilur, ið fer á sjógv við einum fólki (dukku) í, og sum tað síðsta hava vit eld í einum bili, sigur Kartni Jacobsen, fyriskipari av tiltakinum.
Hann metir tað hava týdning at vísa borgarunum hvussu tilbúgvingin fer til verka.
- Fólk undra seg hvussu vit arbeiða og hvussu langa tíð tað tekur. Nú hava tey møguleikan at síggja hvat tað er vit gera. Tað eru nógv ting, sum skulu gerast fyri at fáa alt at rigga, sigur hann.
Vit spurdu Kartna, um fólk hava sýnt tiltakinum áhuga.
- Ja, so avgjørt. Tú sært hvussu nógv fólk eru her, sigur Kartni og vísir á ta stóru fjøldina, sum er samankomin á Bursatanga at fylgja við.
Kartni sigur, at tað mest eru børn, sum vilja síggja hvussu bjargingarfólkini arbeiða, men at mynstrið hevur verið, at fleiri og fleiri síggja hetta sum eitt familjutiltak.
Løgreglan er einasti partur av tilbúgvingini, sum ikki tók lut í hesum tiltakinum, men Kartni sigur, at teir eru vælkomnir við til næsta tiltak.