Fólk skulu rinda sjálvi

Landsstýrið hevur onga ætlan um at stuðla ávísum samfelagsbólkum fíggjarliga

Tey, sum leggja um til grøna orku, mugu rinda tað sjálvi. Tað kom fram í Løgtinginum mikudagin.  Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurdi Magnus Rasmussen, landsstýrismann í orkumálum, um landsstýrið hevur nakrar ætlanir um at stuðla familjum sum ikki eru so væl fyri fíggjarliga, so at tær hava ráð til at leggja um frá olju til grøna orku at hita sær húsini við?

 

Hon vísir á, at serliga nú livikostnaðurin er so nógv hækkaður, eru tað nógv, sum ikki hava ráð til at leggja um og støðan nú elvir til eitt nýtt slag av stættarmuni, nevniliga tey, sum hava ráð at leggja um til grøna orku, og tey, sum ikki hava.

 

Men tað hevur landsstýrið ongar ætlanir um, staðfestir Magnus Rasmussen og hann leggur afturat, at hetta er ikki eitt mál, tey hava tosað um. Landsstýrið hevur gjørt av at lata fólki stuðul til at taka oljufýringar niður. Tosað hevur verið um 5000 – 10.000 krónur. Samstundis fáa fólk mvg aftur, tá ið tey leggja um grøna orku og tað sama er galdandi fyri tey, sum fáa sær elbilar og vetnisbilar.

 

 Magnus Rasmussen sigur, at her er talan um eina almenna skipan, sum er galdandi fyri øll, men landsstýrið hevur ikki tosað um tann sosiala partin og at veita ávísum samfelagsbólkum fíggjarligan stuðul til at leggja um til grøna orku.

 

 Samstundis fer Landsstýrið at skipa eina óhefta orkuráðgeving, har fólk eisini fáa leiðbeining í at spara orku.

 

Høgni Hoydal úr Tjóðveldi heldur, at størsta avbjóðingin er, at tað eru so nógv, sum ikki hava ráð til at leggja um. Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, heldur ikki, at vit skulu loypa fram av fyri tað um vit eru í eini undantaksstøðu í løtuni, tí tað fer at javna seg aftur. Hinvegin saknar hann langtíðarætlanir á økinum.

 

Ingilín Didriksen Strøm heldur ikki at tað ber til at krevja av fólki, at tey skulu leggja um, tá ið tað er so dýrt at leggja um. Tí heldur hon, at tað hevur stóran týdning, at landsstýrið eisini hugsar um tann sosiala partin.