Fólk skulu ikki verða forskrekt

Hesar næstu dagarnar verður nógvir politistar at síggja í gøtunum

Síggja tit alvápnað lið av politistum í havnargøtum hesar næstu dagarnar, skulu tit ikki verða forskrekt. Løgreglan sigur, at í dag, og hesar næstu dagarnar, verða nógvar venjingar við serdeildum hjá løgregluni.

 

Løgreglan sigur, at í dag verða venjingar í Havn til klokkan 18, men tað, sum eftir er av vikuni, verða venjingar ymsastaðni í suðurstreymoy. Løgreglan sigur, at 14 løgreglufólk eru við í venjingunum. Løgreglan sigur frá frammanundan, tí tað er áður hent, at fólk eru vorðin kløkk av at síggja alvápnaðar politistar í Havnargøtum, tí tey vistu ikki, at talan bara var um venjing.