Sunnudagin 6. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni, og tey sum liva við missinum. Tey, sum eru deyð í ferðsluni hetta síðsta árið, eru ein kvinna og átta menn.
Ingi Gunnarsson, sum er ein av stigtakarunum til henda serliga minningardagin, sigur tað vera oftari nú enn fyrr, at hann fær positivar viðmerkingar um henda serliga minningardagin.
Ingi tók saman við øðrum stig til henda serliga dagin fyrstu ferð í 2000, og hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.
Hoyr samrøðu við Inga Gunnarsson við at trýsta á pílin undir myndini.