Stundum verður ført fram, at nýggir miðlar eru hóttan fyri føroyska málið, men forkvinnan í Málráðnum heldur, at miðlarnir í sær sjálvum eru ikki trupulleikin.
– Vandin er, um føroyskt og gott føroyskt als ikki er til staðar og verður nýtt í miðlunum. Føroyskt mál má vera har, sum brúkarin er, um tað so er í útvarpi, sjónvarpi, í bløðum ella á netinum, sigur Helena Kannuberg við Sosialin um vikuskiftið.
Føroyingar eru fámentir, og tí er føroyskt eitt lítið og viðbrekið mál. Og tað er ein sannroynd, at føroyskt mál hevur avbjóðingar, ið knýta seg til tøkni, sosialar miðlar og miðlapallar.
– Føroyskt er ofta púra fráverandi og ikki til staðar í tøknini. Tað merkir, at føroyskir brúkarar hava ikki atgongd og møguleika at nýta tøkni og miðlar á sínum móðurmáli. Ofta mugu vit í tøknini samskifta á enskum ella á donskum, og tað er ikki bara spell, men ein trupulleiki, sum myndugleikarnir eiga at taka í størsta álvara, sigur Helena Kannuberg.
Hon fegnast tó um, at batar eru at hóma á hesum øki, tí Løgtingið hevur samtykt at játta pening á fíggjarlógini til ein máltøknidepil á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Tað er eitt stórt framstig, heldur hon og vísir á, at børn og ung í dag í stóran mun ferðast á fleiri tøkniligum mótum.
– Tað eru ikki tey ungu, sum tilvitað velja føroyskt frá. Trupulleikin er, at tey alt ov ofta ongan møguleika hava at velja føroyskt til í tøknini, sigur Helena Kannuberg.
Men eitt er nýggja tøknin og tær avbjóðingar, ið hon hevur við sær. Nakað annað eru teir góðu, gomlu og klassisku miðlarnir, sum framvegis hóra so dánt undan og kortini hava ein so týðandi leiklut sum mentanar- og málberi í føroyska samfelagnum. Og júst tann leiklutin sum kveikjandi málberi eiga tey, ið starvast í miðlayrkinum, at vera tilvitað og hjúkla um dagliga, heldur Helena Kannuberg.
Og ábyrgdin er stór, leggur hon aftrat.
– Málið er eitt hitt fremsta amboðið hjá journalistum og miðlafólkum annars, ið hava atgongd til at kalla hvørt heim í landinum. Tí hvílir tað ein serlig ábyrgd á hesum fólkum at virða føroyska málið og røkja tað væl, sigur hon.
Longri samrøða við Helenu Kannuberg kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.