Fólk hugna sær á ovastavnu

Hóast ikki tað heilt stóra av fólki er komið til Nólsoyar higartil, so hugna tey, sum eru her úti, sær óført

Hóast ikki tað heilt stóra av fólki er komið til Nólsoyar higartil, so hugna tey, sum eru her úti, sær óført.

 

Sjálvt um tað hevur regnað eitt sindur fyrrapartin, og onkur dropi eisini hevur verið seinnapartin, so er veðrið í Nólsoy ógvuliga gott.

 

Og sambært nýggjastu veðurforsøgnunum verður turt og rímiliga stilt heilt fram til í hvussu er á miðnátt. Tá verður sagt frá einstøkum dropum, og lotið verður frískari.

 

Alt er opið nú á ovastevnu, og klokkan 17 byrjaði kabarettin, Grind Propp, sum eisini erður sýnd klokkan 19.

 

Klokkan 15 lótu Heimavirkið, barnaland, bátar í hyli, stevnukiosk og onnur tiltøk upp, og koyra nú á fult drøn.

 

Og sum sagt, veðrið er av tí allarbesta í Nólsoy.