Fólk hildu Elis vera fullan

- Tað er kanska júst í slíkum støðum, sum tann eg eri í nú, at tað ikki er so stuttligt at vera ein almennur persónur, sigur Elis Poulsen, sum hevur fingið staðfest Parkinson

- Tað er kanska júst í slíkum støðum, sum tann eg eri í nú, at tað ikki er so stuttligt at vera ein almennur persónur. Fólk vita, hvør tú ert, og tey síggja og hoyra, at alt ikki er, sum tað plagar at vera. Og so er tað, at tey byrja at tosa um teg, sigur 61 ára gamli Elis Poulsen, sum man vera eitt av kendastu fjølmiðlafólkunum í Føroyum.

 

Í november mánaði í fjør fekk hann staðfest Parkinson. Ein sjúka, sum millum annað hevur ávirkað vøddarnar í fingrunum, andlitinum og eisini røddina hjá fólkakæra útvarpsmanninum.

 

- Lívið gongur sína gongd, hóast eg eri blivin sjúkur. Nú royni eg bara sum frægast at venja meg við ein øðrvísi gerandisdag, sigur Elis Poulsen.

Tað er ikki fyrr enn nú, nakrar mánaðir eftir at sjúkan bleiv staðfest, at Elis Poulsen velur at traðka fram alment og fortelja um sjúkuna.

 

- Mann skal finna útav, nær tíðin er búgvin til, at mann kann fara út og fortelja tað. Eg veit, at søgur hava leingi gingið, og fólk hava tosað um meg og gitt seg til ymsar sjúkur. Onkuntíð hugsi eg, hví tey ikki bara spyrja meg beinleiðis heldur enn at gera søgur, sum einki hald er í, sigur Elis Poulsen.

Trýst á píln undir myndini og hoyr samrøðuna við Elis Poulsen.