Fólk eru troytt av speedara og bremsu

- Eg gleðist um ljósu summarkvøldini - og í so máta verða Føroyar ikki tiknar, sigur Ovi Brim, prestur, sum heldur, at vit eiga at fáa eitt líkinda summar, um farið verður fram við skili.

 

- Fái eg nakrar samanhangandi dagar í stuttum buksum og sólbrillum, er tað útmerkað, sigur Ovi Brim.

 

 

Hvørjar ætlanir hevur tú fyri summarið 2021? 

- Vit hava sum so ongar ætlanir - annað enn at brúka tíðina saman sum familja. Fram til 11. juli verður fylgt væl við EM-endaspælinum. Vit hyggja ikki eftir øllum dystum, men nógvum. Fyrstføddi er sera áhugaður í gongdini, og frúuni dámar væl at fylgja við Les Bleus. Tað ger alt eitt sindur hugnaligari. 

Tað sigur Ovi Brim, prestur.

Hann leggur aftrat, at familjan eisini hevur í hyggju at gera nakrar dagsútferðir, og tá er veðrið sjálvsagt avgerandi. 

- Familjulegan í Nesvík er eisini eitt hæddarpunkt. Í ár stjórna vit henni saman við prestafólkunum úr Hvalvík, og tað gleða vit okkum til. 

Verður alt summarið hildið í Føroyum - ella verður tað ein túrur av landinum? 

- Vit vera í Føroyum. Vit eru signað við fýra børnum, og tað yngsta er gott ár. So tú kanst ætla, at bara tað at pakka bilarnar og fara avstað krevur sítt. Sóttin er tískil ikki avgerandi fyri, at vit vera alt summarið í Føroyum. 

Ferðast tú eisini í egnum landi?  

- Vit hava verið eitt sindur uttanlands áður, men soleiðis verður ikki ár. Vit verða heima á Nesi, við Gjógv og norðuri í Klaksvík. Partar av upphavinum hjá frúuni finnast niðri í Geil við Gjógv. Her plaga vit at vera nakrar dagar hvørt summar og soleiðis eisini í ár. Gjáarbygd er sera hugnalig, og børnunum dámar væl at vera har. 

Væntar tú, at korona fer at merkja hetta summarið í Føroyum? 

- Neyvan. Hetta við at stíga á speedaran - og síðan á bremsuna aftur, eru fólk vorðin troytt av. Koppsetingin er eisini komin so mikið langt, haldi eg, at nú munnu tey veikastu og elstu vera koppsett. Verður farið fram við skili, eiga vit at fáa eitt líkinda summar. 

Hvat heldur tú um summarveðrið higartil, nú farið er um longsta dag? 

- Summarið kemur nokk. Tað nervar meg ikki, at tað onkrar dagar hevur verið heldur váttligt. Tað er bara eitt sindur ópraktiskt, tá tú ætlar tær at eta ein kramarís í urtagarðinum hjá ommu, sigur Ovi Brim brosandi. 

- Eg gleðist um ljósu summarkvøldini - og í so máta verða Føroyar ikki tiknar. Fái eg nakrar samanhangandi dagar í stuttum buksum og sólbrillum, so er tað útmerkað, leggur prestur aftrat.

 

 

- Fái eg nakrar samanhangandi dagar í stuttum buksum og sólbrillum, er tað útmerkað, sigur Ovi Brim.