»Íbúð ynskist beinanvegin«, »Neyðarróp«, »Einlig mamma søkir íbúð«, »Heimleys«. Soljóðandi lýsingar í bløðunum eru vorðnar so vanligar, at vit nærum ikki geva okkum far um tær. Ikki fyrr enn vit sjálv eru í teirri støðu, at einki er at finna at búgva í.
Tað er eftir øllum at døma nærum ómøguligt at fáa nakað at búgva í í Havn. Kennir tú ikki onkran, sum kennir onkran, so er vónin lítil at finna nakað hóskiligt. Fólk, vit hava tosað við, sum leiga út privat, kjallaraíbúðir ella hús, verða uppringd dag sum nátt av fólki, ið hava leitað og leitað, men einki funnið.
Bjarni Kyster, sum eigur og rekur íbúðarblokkin Undir Fjalli merkir hvønn tann einasta dag húsaneyðina hjá fólki. Fyri tveimum árum síðani keypti hann saman við pápa sínum íbúðarblokkin á tvingsilssølu. 30 íbúðir eru í blokkinum, men í minsta lagi 60 fólk standa á bíðilista.
? Fólk eru frá sær sjálvum. Summar dagar verði eg uppringdur einar 10 ferðir, aðrar dagar minni, men sum heild nógv. Tað er fólk, sum ringja úr Danmark og ætla at flyta heim, og onnur, ið eru uppsøgd, har tey búgva, sigur Bjarni Kyster.
Hóast húsaneyðin er stór og fólk eru frá sær sjálvum, tí tey einki finna, verður ikki tikið atlit til tað. Tey, ið standa ovast á bíðilistanum sleppa fyrst framat. Útskiftingin er tó ikki stór ? sum tey neyðstøddu kanska kundu ynskt ? , eingin er fluttur út síðani í november, men í í apríl flyta trý.
Íbúðirnar Undir fjalli eru ikki stórar. Allar eru í somu stødd, 40 fermetrar, hava stovu og køk í einum, eitt kamar og baðirúm, og kosta 2800 krónur við hita. Hóast bert eitt kamar búgva fleiri í teim flestu íbúðunum, vanliga pør við og uttan børn, og einligar mammur við børnum.