Tað skuldi verða ein fitt dreingjatroyggja við navninum Sherif, men ein av heimsins størstu klædnaframleiðarum hevur nú tikið troyggjuna av marknaðinum.
Orsøkin er, at sheriff-troyggjan ikki sendi tankar hjá fólki til kovboyarar í USA, men til konsentratiónslegurnar undir seinna heimsbardaga. Fólk halda, at troyggjan líkist troyggjunum í týningarlegunum, og at sheriffstjønan tað sama kundi verið stjørnan, sum jødar skuldu bera undir krígnum.
Øsingin á sosialu miðlunum hevur verið so stórt, at Zara hevur biðið um umbering og tikið troyggjuna av handilshillunum.