Gunnbjørg R. Gunngjørgsdóttir er útbúgvin innandura arkitektur.
Í fleiri ár hevur hon bjóðað fram sína útbúgving, vitan og áhuga fyri tí, sum er inni í einum húsum ella bygningi. Hon hevur ráðgivið og hjálpt privatfólki, fyritøkum og stovnum at seta møblar, lampur, prýðislutir og ymiskt annað á rætt stað.
Tá hon er á húsavitjan, sum Gunnbjørg rópar tað, brúkar hon aloftast tað, sum frammanundan er inni, tí í flestu førum er einki galið við tí sum er.
- Hinvegin er tað sum oftast uppsetingin av myndum, málningum, lampum og partvís møblum, sum eg haldi kundi verið øðrvísi. Fólk eru gjarna opin fyri hugskotum, og sum oftast eru tey væl nøgd, tá eg fari avstað aftur.
Hon vísir á, at eitt, sum er afturvendandi, tá hon kemur út í heimini at vitja, er, at myndirnar á vegginum saktans kundu hingið øðrvísi.
- Á slíkum vitjanum verður viðhvørt flutt um upp á alt, sum er í stovuni. Fólk dáma væl broyting. Tá tey senda boð eftir mær, er tað tí tey ynskja, at okkurt verður gjørt øðrvísi, enn tað er frammanundan, sigur Gunnbjørg.
Innanduraarkitekturin sigur, at hon einaferð var til ein fyrilestur í Herning í samband við eina sølustevnu.
- Tá var tað ein, ið serliga umrøddi týdningin av, hvussu handlarnir innrætta seg. Tað er sjálvandi ikki líkamikið, hvussu ein handil, tú kemur inn í, er innrættaður.
Umráðandi er, sigur innanduraarkitekturin, at viðskiftafólkini hava eina góða kenslu av at vera í handlinum - og ikki minst, at uppsetingin ger, at tey koma í keypihýr.
- Tað er greitt, at ein væl uppsettur handil hevur eina positiva ávirkan á viðskiftafólk, og tað er leiðslan, sum eigur at prioritera hetta, sigur Gunnbjørg R. Gunngjørgsdóttir.
Í Vikublaðnum, sum verður borið í hvørt hús í annaðkvøld, er innlegg um Hús & Heim.