Tað var stór gleði í Sundalagnum, tá tað fyrr í summar frættist, at Peter Foldgast ætlandi skuldi hjálpa felagnum at vinna fyrsta føroyameistaraheitið í søgu felagsins. Men hann verður ikki við, nú seinasta takið skal takast.
Peter Foldgast hevur seinastu vikurnar verið í Danmark, har hann er skurðviðgjørdur fyri menisk. Skaðin er so mikið álvarsamur, at EB/Streymur hevur sagt sáttmálin upp, tí felagið ikki fær stórvegis gagn av honum komandi mánaðirnar. Tað skrivar danska Tipsblaðið.