Fokus á vinnuna í Eysturoy

Greinarnar í dag eru tær síðstu í røðini í einari lýsing av vinnuni í Eysturoy.

Vinnan í Eysturoy skipaði mánakvøldið 10. januar fyri fundi, har umleið hálvt annað hundrað fólk úr vinnuni í oynni luttóku. Burturúr tí, sum varð lagt fram, hava vit umframt í dag, havt tvær aðrar opnir í blaðnum ? hin fyrra týsdagin 18. januar og hin seinna fríggjadagin 28. januar.

Umframt tað, ið er komið fram í blaðnum, varð m. a. nógv gjørt burturúr at sannføra vinnuna og politikararnar um, at Eysturoyggin og Skálafjørðurin er best egnaða økið til útgerðarhavn fyri oljuvinnuna.