Hondbóltur
Tað vóru ikki optimalar umstøður, sum Ingi Olsen hevði at fyrireika sínar spælarar undan dystinum sunnudagin. Fram til trý korter undan dystinum visti Neistavenjarin ikki, hvørt ein av týdningarmestu spælarunum á liðnum var tøk. Men tá boðini frá Ítróttardómstólinum loksins komu fram, kundi Nicoleta Radu Hansen kortini sendast á vøllin.
Hetta hevur órógvað okkara fyrireikingar øgiliga nógv. Hóast vit ikki hava ætlað tað, so er fokus fyri tað nógva flutt frá dystinum, og tað er sjálvandi sera óheppið. Venjingarnar hava eisini verið ávirkaðar, tí vit hava verið noydd at fyrireika okkum til eina støðu, har spælari ikki er við.
Gloyma liðspælið
Fyrstu løtuna tóktist bláa liðið tó ikki stórvegis ávirkað av hesum, og Ingi heldur, at so leingi spælararnir hildu høvdið kalt, gekk tað hampuliga væl kortini.
Vit byrja øgiliga skilagott. Vit brúka screeningarnar væl í álopsspælinum, soleiðis at vit sleppa til skot, og í verjuni hava vit eitt gott tak á teimum. Onkursvegna, so gloyma vit tó, at talan er um liðspæl, og so gongur knappliga galið.
Kanska átti eg eisini at tikið time-out mest sum alt fyri eitt eftir steðgin, tá vit veruliga missa dystin. Men sum venjari roynir tú ofta at bíða sum longst, tí tú hevur jú bert eitt av slagnum.
Nú er 1-1
Hóast greiða tapið, so ivast Ingi framvegis ikki í, at tað skal bera til hjá Neistanum at vinna FM-heitið, tá triða finalan verður á skránni mikudagin.
Nú stendur 1-1 í dystum, og so má byrjast av nýggjum mikudagin. Men tað er sjálvandi púrasta greitt, at vit mugu gera tað nógv betri, tá vit spæla mikukvøldið. Hinvegin ivist eg ikki í, at tað eisini er møguligt, so vit fara í øllum førum at gera okkara besta, staðfesti venjarin at enda eftir dystin.