Fokus á sjóvinnuna um dagarnar

Týsdagin, mikudagin og hósdagin verður messan Atlantic Fair enn eina ferð hildin í ítróttarhallunum í Klaksvík, og Áki í Skemmuni, stjórin í Atlantic Fair, greiðir frá, at aftur í ár er talan um forvitnisligt tiltak innan alt á sjóvinnu økinum eftir sama leisti sum undanfarin ár. 

 

 

Hini árini messan hevur verið, hevur undirtøkan ligið um 3800 vitjandi. Hetta eru føroyingar og útlendingar við.  Tað eru eini 75 basar og eini 180 fyritøkur sum sýna fram í ár, greiðir Áki í Skemmuni frá. Áhugin fyri tiltakinum tykist stórur, og gistingarstøðini í miðstaðarøkinum eru fult bókaði, og yvir 20 lond eru umboðaði á messuni. 

 

 

Høgni Hoydal setur messuna og eisini vera ymiskir fyrilestrar um dagarnar.