Fokus á leiklutin hjá kvinnuni

Tann 13. juni skipar Føroya Tele fyri ráðstevnu, har fokus verður sett á leiklutin hjá kvinnuni í almenna og privata vinnulívinum í Føroyum

Fríggjadagin 13. juni 2003 skipar Føroya Tele fyri einari ráðstevnu í hølunum hjá Leikhúsinum Gríma. Hetta er eitt samstarv millum Føroya Tele, Joan Peitersen og Pernille Aalund.
Pernille Aalund er sjónvarpsvertur, rithøvundur og fyrilestahaldari. Hon hevur eisini skeið í persónligari menning og í samskifti. Vit kenna hana kanska mest frá TV3, har hon hevur verið sjónvarpsvertur m.a. í Pernilles Univers. Sum sjónvarpsvertur hevur hon fingið innlit í nógv áhugaverd evni og hyggjaratølini tala fyri seg. Pernille hevur ma. skriva bókina "Syv Qvinder". Í løtuni er hon stjóri á mediefyritøkuni www.oestrogen.dk
Joan Peitersen starvast í konsulentfyritøkuni PS4, har hon eisini er partnari. Hon hevur drúgva útbúgvingarbakgrund, m.a. diplomútbúgving í gransking og organisatiónsgreining. Joan hevur arbeitt sum konsulentur í nógv ár. Føroya Tele hevur brúkt PS4 í samband við innanhýsis leiðaraútbúgving. Meiri fæst at vita á www.PS4.dk

Endamál við ráðstevnuni
Ráðstevnan hevur sum endamál at seta fokus á leiklutin hjá kvinnum í tí almenna og privata vinnulívinum í Føroyum. At vera kvinna, - er tað í sjálvum sær ein gávuríkur og ómissiligur førleiki á toppinum í tí almenna og privata vinnulívinum í Føroyum?
Javnan hoyra vit um kanningar frá londunum rundan um okkum, sum vísa á, at tað hevur positiva ávirkan á botnlinjuna at hava kvinnur í leiðandi størvum í fyritøkuni. Eisini hava vit hoyrt, at kvinnur eru betur dámdar sum leiðarar enn menn.

Málbólkur
Ráðstevnan er ætlað teimum, sum hava áhuga í at hoyra, hvørjar leiðaraeginleikar serliga kvinnur hava og hvønn fyrimun fyritøkur og stovnar hava av at seta kvinnur í leiðandi størv. Málbólkurin fyri ráðstevnuna eru sostatt kvinnur, sum antin eru ella hava hug at royna seg sum leiðarar og leiðslur í stovnum og fyritøkum - stórum sum smáum.
Luttakarnir fáa eitt boð uppá, um tað er rætt, at kvinnurnar ikki tora at halda seg til? Um kvinnur duga nakað annað enn menn og hvørjar fyrimunir fyritøkurnar hava av at seta kvinnur í leiðandi størv. Vit fáa eisini eitt boð uppá, hvussu kvinnur í framgongd fáa familjulív og arbeiðslív at hanga saman, hvussu kvinnur fáa góð úrslit sum leiðarar og hvør munurin samanumtikið er á kvinnuligum og mannligum leiðarum.

Á ráðstevnuni luttaka
Úr Danmark:
Pernille Aalund, rithøvundur, sjónvarpsvertur og
stjóri á www.oestrogen.dk
Joan Peitersen, konsulentur og partnari hjá PS4
Úr Føroyum:
Turið Debes Hentze, advokatur
Marita Rasmussen, fiskivinnufrøðingur
Laufey H. Blaasvær, akademiøkonom
Sólja í Ólavstovu, løgfrøðingur og aðalstjóri
Andras Róin, stjóri á Føroya Tele
Frásøgufólk: Bjørt Samuelsen, journalistur

Kostnaður kr. 549,00 + mvg. íroknað ábit, kaffi og morgunmat. Av tí at ráðstevnan verður hildin í Leikhúsinum hjá Grímu, er avmarkað, hvussu nógv kunnu luttaka. Mannfólk hava bert atgongd fyrrapart. Ráðstevnan byrjar kl. 8.30 og endar 17.00. Meiri fæst at vita um ráðstevnuna á www.olivant.fo/radstevna ella á tel. 303114. Tilmeldingin fer fram umvegis heimasíðuna ella pr. telefon. Tilmeldingarfreistin er 6. juni 2003.