Seinast í januar mánaði kom enn eitt eintak av stóra kampingblaðnum campingferie.dk á gøturnar. Tað serliga við hesum blaði var, at nógv stóð at lesa um Føroyar og kamping í Føroyum.
Hetta kemur sjálvt sagt ikki av sær sjálvum, tí fyri kortum gjørdi Camping.fo, ið er felagið hjá føroyskum kamping áhugaðum, nevniliga samstarvsavtalu við stóra feriublaðið. Tað er Peer Nestlein, ið rekur og hevur rikið blaðið tey seinastu 25 árini, sum er stjóri fyri felagið og umframt blaðið hevur hann eisini kampingportalarnar campingferie.dk og autocamper-nyt.dk.
- Vit eru sera glað fyri samstarvið, ið er gjørt millum Camping.fo og Peer Nestlein. Hetta setur ikki einans kamping á breddan, men eisini okkara serstøku vøkru oyggjar. Blaðið verður prentað í 250.000 eintøkum, og verður sent út til flest allar campinghandlar í Danmark. Harafturat verður blaðið eisini givið út á stóru messuni ferie for alle, sum verður hildin í Herning í døgunum 24. til 26. februar, sigur Ivan Skorheim formaður fyri Camping.fo.
Ynskir onkur føroyingur at síggja blaðið, so er møguligt at fáa hendur á einum ókeypis eintaki, um ein støkkur inn á gólvið hjá LB-Service í Hósvík. Eisini ber til at lesa blaðið á heimasíðuni www.campingferie.dk.
Ivan Skorheim sigur, at felagið er sera væl nøgd við úrslitið av blaðnum. Greinarnar eru sera upplýsandi um føroysk viðurskifti, myndirnar eru góðar og tá ið boðskapurin um okkara ótrúligu vøkru náttúru verður borðin á ein so jaligan hátt, so kunnu vit ikki annað enn fegnast.
Enn er ov tíðliga at siga, um hetta fer at geva eina stóra innrás av kampingvognum í komandi ári, men vónandi kann hetta vera við til at fáa eitt sindur av trafikki hendan vegin. Okkara uppgáva sum felag, er fyrst og fremst at skipa fyri felags tiltøkum, at veita tænastur til limir eins og til vitjandi kampistum". Við hesum átaki, ynskja vit at bjóða øllum ferðandi kampistum, vælkomin til okkara vøkru oyggjar.