Fogh vil hava breitt samstarv

Hóast stjórnin kann halda fram við stuðuli frá øðrum umboðnum úr Føroyum, vil Anders Fogh Rasmussen fegin hava eitt breiðari grundarlag aftan fyri stjórnina

Stundum bendu tølini á, at Ny Alliance bleiv tungan á vágskálini, men tá tað vísti seg, at Sambandsflokkurin fekk annað umboðið í Føroyum, varð greitt, at stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen kundi halda fram við stuðuli frá Edmundi Joensen.

 

Men forsætisráðharrin vil eftir øllum at døma hava eitt breiðari grundarlag aftan fyri stjórnina, og tí boðsendi hann umboðum fyri Ny Alliance á fund longu í dag. Politiski viðmerkjarin Jørgen Goul Andersen vísir í samrøðu við Politiken á, at tað er bara føroyska umboðið, sum ger, at stjórnini ikki nýtist stuðul frá Ny Alliance, og tað heldur forsætisráðharrin ikki vera nóg góða grund til at vísa tí nýggja flokkinum frá sær. Harafturat vil Anders Fogh Rasmussen fegin vísa, at hann vil hava breitt samstarv aftan á valið.

 

Jørgen Goul Andersen og aðrir danskir viðmerkjarar eru á einum máli um, at Ny Alliance kann ikki seta tey stóru krøvini orsakað av úrslitinum í Føroyum.

 

-Ny Alliance er uttan iva sinnaður at gera neyðsemjur, og flokkurin kann heldur ikki krevja serliga høgan prís fyri sín stuðul, sigur Jørgen Goul Andersen við Politiken. Hann sigur, at Fogh vil fegin hava Ny Alliance við í stjórnarsamstarvið, men at hann fer neyvan at góðtaka treytaleys krøv.

 

Danski Fólkaflokkurin hevur longu sagt sína hugsan.

 

-Vit hava ikki brúk fyri Ny Alliance, segði Pia Kjærsgaard, floksaformaður, í gjárkvøldið, tá úrslitið úr Føroyum var komið.