Fogh stendur við sítt

Danski forsætisráðharrin vil ikki hoyra talan um, at hvørki drotningin ella nýggja ríkisumboðið hava úttalað seg skeivt

RÌKISFUNDUR


Hann var hvørki til at høgga ella stinga í.
Líkamikið hvat vit so royndu, so stóð Anders Fogh Rasmussen við sítt. Hann stuðlar bæði røðuni hjá drotningini á Føroya vitjanini og útsagnunum hjá nýggja ríkisumboðnum fullkomiliga. Hvørki ríkisumboð ella drotning hava gjørt nakað skeivt, og sambandið millum Føroyar og Danmark er betri enn nakrantíð, um vit skulu trúgva danska forsætisráðharranum.

- Um taluna hjá drotningini er bara tað at siga, at hon vísir til fakta: Tað, at tað er viðtikið ein yvirtøkulóg. Tað er ikki gera málið politiskt. Eg haldi tað vera hóskandi, at tá ið drotningin er í Føroyum tosar hon um mál, sum eru frammi, sigur Anders Fogh Rasmussen, sum leggur afturat, at honum als ikki hóvar tað kjak, sum er uppstaðið.

Hevði tað ikki verið eitt hugskot við ein føroyingi sum ríkisumboð  fyri at lætta um harða tónan?
- Altso. Tað er eingin vánaligur tóni millum Føroyar og Danmark. Ríkisumboðið vil altíð vísa størsta virðing fyri Føroyum og føroyingum, sigur Anders Fogh Rasmussen.

- Eg haldi heilt erligt, at nú má tónin dempast eitt sindur. Vit hava gjørt eina avtalu um yvirtøkur. At tað eru nøkur, sum av politiskum áðum ikki eru samd við hesum, tað er so teirra sak. Men tað er tað sama sum at siga, at tað er ein vánaligur tóni millum føroyingar og danir. Tað er tað als ikki, sigur Anders Fogh Rasmussen.
Anders Fogh Rasmussen vísir altso blankt aftur, at tað skal vera nakað annað enn gott samband og ein góður tóni millum føroyingar og danir.

- Ríkisfelagsskapurin blomstrar, og tónin er betri enn nakrantíð, sigur Anders Fogh Rasmussen.