Fogh skal ikki í rættin

Danski forsætisráðharrin skal ikki í rættin at standa til svars fyri donsku luttøkuna í Irak-krígnum. Eystari landsrættur staðfesti í dag, at 26 fólk sleppa ikki at føra sak ímóti Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra í sambandi við kríggið í Irak.

Tey 26 høvdu kravt at sleppa at draga forsætisráðharran til svars fyri, at Danmark fór upp í kríggið í Irak. Tey 26 vildu vera við, at forsætisráðharrin breyt grundlógina, tá hann gjørdi av at senda danskar hermenn til Irak.

Sakførarin Bjørn Elmquist, sum umboðar tey 26, segði í dag, at avgerðin hjá landsrættinum verður skotin inn fyri Hægstarætt.