Fogh harmast um Løkke og ræðist Mette

Um vikuskiftið hevur danski andstøðuflokkurin Venstre havt landsfund, og har hevur fyrrverandi formaður floksins og fyrrverandi forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen eisini hildið røðu.

 

Fyrrverandi forsætisráðharri og formaður í Vinstra, Anders Fogh Rasmussen.. (Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

Hann fanst sum vera man at politikkinum hjá javnaðarstjórnini hjá Mette Frederiksen. Men Lars Løkke Rasmussen fekk eisini nøkur orð á vegnum.

Hann segði, at hann var »ógvuliga vónbrotin« av avloysara sínum Lars Løkke Rasmussen. Løkke er farin úr Venstre og hevur arbeitt við síni egnu verkætlan, Moderaterne.

– Ja, er eri sera vónbrotin av honum. Tað er púra vist. Eg haldi eisini fyri hansara egna besta, at hann átti at verið verandi í flokkinum, sigur Anders Fogh Rasmussen.

Hann dugir ikki at síggja tørvin á einum nýggjum flokki, sum vil samstarv tvørtur um miðjuna í donskum politikki.

Hann hevði heldur ikki serliga nógv gott at bera Mette Frederiksen, forsætisráðfrú:

– Eg eri ógvuliga stúrin um politisku gongdina í Danmark. Ikki bara tað, at tað er trupult hjá fjølmiðlum at seta beinleiðis kritiskar spurningar til forsætisráðfrúnna. Men við koronu sum skálkaskjóli og einum strongum útlendingapolitikki stýrir forsætisráðfrúan við fastari hond tí mest reveareyðu stjórnini síðani sjeytiárini, sigur Anders Fogh Rasmussen.

 

Fyrrverandi forsætisráðharri og formaður í Vinstra, Anders Fogh Rasmussen.. (Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)