Fogh fer ongan veg

Anders Fogh Rasmussen sigur, at hann fer ikki frá fyri at fara í eitt altjóða starv Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, avsannar, at hann er á veg í eitt altjóða starv í ES ella NATO.

-Eg kann siga so mikið, at tey, sum siga tað, hava ikki hoyrt tað frá mær, tí hetta er ikki annað enn leysatíðindi og gitingar. Eg havi ongar ætlanir um at fara úr mínum starvi, sigur forsætisráðharrin við Ritzau.

Tað hevur leingi ljóðað, at Anders Fogh Rasmussen skal hava eitt leiðandi starv í ES, og fyrr í vikun bleiv hann eisini nevndur í sambandi við aðalskrivarastarvið í NATO.