Tað byrjaði við einum morgunfundi Bø. Tá hittust løgmaður og forsætisráðharrin, tí ríkisfundur var í Føroyum. Aftur við einum morgunmati samdust Anfinn Kallsberg og Anders Fogh Rasmussen um, at lógargrundarlagið fyri yvirtøkum í framtíðini átti at savnast í eini og somu lóg, og at føroyingar skuldu fyrireika eitt uppskot.
Sosialurin hevur fingið innlit í málið, og í einum notati, sum er skrivað 27. september 2002 og sent donsku stjórnini, sæst, hvussu løgmaður hevur hugsað sær yvirtøkur í framtíðini.
Grundprinsippið er, at heimastýrisskipanin verður víðkað til at fevna um øll viðkomandi málsøki við undantaki av uttanríkismálum, verju og heimarætti. Hesi verða framvegis at síggja sum felags mál, ið Danmark umsitur.
Í brævinum verða orð sett á, hvørji málsøki kunnu yvirtakast við eini og somu lóg, sum verður løgd fyri Fólkatingið. Tey eru m.a. útlendingaøkið, dómstólarnir, revsilógarøkið, persóns-, familju- og arvarættarliga økið.
Við lógini verður sostatt gjørt av, at øll øki kunnu yvirtakast, tá tað er neyuðgt. Tey mál, sum eru á B-listanum í heimastýrislógini og enn ikki eru yvirtikin, tað vil siga løgreglan og fólkakirkjan, halda kortini fram sum higartil. Tær yvirtøkurnar verða fyrireikaðar í løtuni. Løgreglan liggur nakað frammi í tíðini, meðan fólkakirkjan er undir landi.
Sjálv yvirtøkulógin er í fimm greinum. Hon kallast »lov om overtagelse av sagsområder fra danske myndigheder til færøske myndigheder«.
Anders Fogh Rasmussen svarar løgmanni 16. oktober 2002, og hann tekur væl ímóti notatinum.
»Som jeg nævnte på mødet, er jeg fuldt ud indstillet på at igangsætte et arbejde med at undersøge om og hvorledes, det vil være muligt at imødekomme landsstyrets ønsker med hensyn til en sådan lovgivning, med udgangspunkt i landsstyrets redegørelse herfor,« skrivar forsætisráðharrin til løgmann.
Tað merkir helst, at tað ikki verður so torført at yvirtaka málsøki í framtíðini, sum tað kanska hevur verið. Alt verður savnað í eini og somu lóg, og um bara føroyingar vilja gjalda, so sleppa teir eisini at valda.