Fogh er valevni til NATO-aðalskrivarastarvið

Á einum fundi í NATO hevur danski forsætisráðharrin fyri fyrstu ferð váttað, at hann er valevni til starvið sum aðalskrivari í samgonguni Forsætismálaráðið í Keypmannahavn vil ikki gera nakrar viðmerkingar til tíðindini í DR um, at Anders Fogh Rasmussen nú hevur sagt, at hann er valevni til aðalskrivarastarvið.

Sambært DR er tað bara Turkaland, sum er ímóti danska forsætisráðharranum sum NATO-aðalskrivara. Øll hini 25 limalondini eru sinnað at góðtaka hann.

Tann endaliga avgerðin fellur á NATO-toppfundinum, sum verður í Strasbourg og Baden-Baden. Fundurin byrjar í morgin.

Politiskir eygleiðarar í Danmark siga í kvøld, at verður Anders Fogh Rasmussen valdur til NATO-aðalskrivara í morgin ella leygardagin, fer hann helst frá fyrst í næstu viku, og so tekur Lars Løkke Rasmussen við.