NSÍ hevur framvegis ikki sett venjara til komandi kappingarár. Formaðurin í felagnum, Sonni L. Petersen, sigur tó, at samráðingar eru við ein føroyskan venjara.
- Vit eru í samráðingum við ein venjara. Í hesum føringum er talan um ein føroying, sigur Sonni L. Petersen.
Tað hevur tikið sína tíð, at fáa venjara spurningin upp á pláss. NSÍ hevur ikki dult, at teir hava verið í samráðingum við Heðin Askham og íslendska, Pétur Pétursson, men at teir ikki kundu taka yvir.
- Vit eru nærri at seta ein venjara nú, enn vit hava verið, sigur Sonni L. Petersen, sum ikki vil út við hvør talan er um.
Jóannes Jakobsen, Oddbjørn Joensen og Sigfríður Clementsen eru settir í samband við starvið fyrr. Formaðurin við tó ikki siga, um talan er um nakran av teimum.
Oddbjørn Joensen og Sigfríður Clementsen eru fyribils uttan venjarastarv til komandi kappingarár, meðan Jóannes Jakobsen framvegis ikki hevur longt sáttmálan við A-landsliðið, har hann er hjálparvenjari.