Ein sjeyti ára gomul føroysk kona, sum seinastu mongu árini hevur verið búsitandi í Keypmannahavn, kom herfyri illa fyri.
Ein dagin tók hon eitt sindur av reiðupeningi út úr eini sjálvtøku. Undir lið hennara stóðu nakrir ungir mans, og skilligt var á máli og útsjónd, at talan var um eysturlendingar.
Heim aftur komin hugdi hon niður í tasku sína, og tá gjørdist greitt, at kontokort hennara var horvið. Og tá ið hon løtu seinni kagaði inn á heimagreiðsluna sást, at onkur hevði tikið 15.000 krónur av konto hennara.
Løgreglumenn vórðu boðsendir, og teir vóru ikki í iva um, hvat ið hent var. Eysturlendingarnir undir lið hennara, tá ið hon stóð við sjálvtøkuna, vóru lumpitjóvar. Teir høvdu avlisið kotuna, og tá ið hon hevði lagt kortið í taskuna aftur, høvdu teir í eini handavending tikið tað úr aftur, og síðani hevað 15.000 krónur úr sjálvtøkuni.
Tryggingin hjá peningastovni hennara veitti henni 14.000 krónur í endurgjaldi, og sostatt gjørdust lumpitjóvarnir 15.000 krónur ríkari av gerð teirra, ímeðan føroyski útisetin bleiv 1.000 krónur fátækari.