Føroyskur superbólkur

Nakrar av okkara fremstu kvinnuligu sangrøddum eru savnaðar í supersangbólkinum KATA

Man tosar í tónleikahøpi ofta um superbólkar, eitt nú The Travelling Willburys, Audioslave, Atoms for Peace og í føroyskum høpi Showmenn. Men tað er nokk ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Føroyar nú hevur fingið ein supersangbólk.

Unn Patursson, Eyð Berghamar Jacobsen, Greta Svabo Bech, Guðrið Hansdóttir and Arnfríð Lützen teljast allar millum okkara fremstu songkvinnur, og í KATA hava tær allar funnið saman, og tað er super.

KATA sum á Facebooksíðu síni boðar frá, at tær í høvuðsheitinum syngja bulgarskar fólkasangir, útsettir til kvinnurøddir. Fara nú í jólamánaðinum at hava jólakonsertir har tær eisini syngja føroyskar jólasangir.

KATA hevur konsert í Miðvágs kirkju, leygardagin. 21. desember. kl. 16, og í Havnar kirkju, sunnudagin 22. desember. kl. 17. Eisini syngja tær til Mennskjum góður tokki konsertina í Vesturkirkjuni, 16. desember