Føroyska stórskaldið, Carl Johan Jensen ger nú vart við seg á ein rættiliga øðrvísi hátt niðri í Brussel. Ein yrking hjá Carl Johan Jensen kemur at verða sjónlig kring allan tann belgiska høvuðsstaðin.
Tinganes.fo skrivar m.a. Frá hesi vikuni til 21. oktober verður ein føroysk yrking at síggja millum yrkingar úr 25 londum í bussum, sporvognum og í metro’ini í høvuðsstaðnum hjá ES. Afturvendandi bókmentatiltakið í Brússel, Transpoesie, byrjar við framsýning og upplestri 26. september, sum er almenni evropeiski dagurin fyri mál og málsligt fjølbroytni. Tá fer Carl Jóhan Jensen at bera fram yrkingar á føroyskum saman við yrkjarum úr sjey øðrum londum.
Føroyska sendistovan í ES gjørdist seinasta heyst atlimur í EUNIC Brússel, sum er eitt samstarv á mentanarøkinum millum umboð fyri evropeisk lond í Brússel. Hetta hevur millum annað havt við sær, at Føroyar hava fingið møguleika at fáa eina føroyska yrking við í Transpoesie, sum EUNIC Brússel skipar fyri í samstarvi við býráðið í Brússel, almenna flutningskervið og ávísar lista- og bókmentastovnar í býnum. Sum partur at EUNIC Brússel samstarvinum er føroyska sendistovan eisini sjónlig í lýsingartilfarinum um Transpoesie sum ein av viðvirkandi stovnunum.
Transpoesie verður í stuttum lýst at vera: “Ein poetisk uppliving, sum gevur teimum ferðandi í almennu samferðsluni møguleika at uppdaga verk hjá altjóða skaldum og finna nýggjar íblástrarkeldur í teirra dagliga lívi.”
Yrkingar úr 25 londum verða partur av býarmyndini í ES-høvuðsstaðnum í umleið ein mánað. Yrkingarnar verða hongdar upp í metro’ini, sporvognum, og bussum og á øðrum útvaldum samferðslustøðum í býnum.
Yrkingin “Tú” eftir Carl Jóhan Jensen úr yrkingasavninum “Lygnir” frá 1987 er vald sum føroyska umboðið í Transpoesie 2013. Yrkingin verður at síggja á føroyskum, hollendskum og fronskum. Frida S. Johannessen hevur týtt yrkingina til hollendskt og franskt. Sendistovan vendi sær í vár til Rithøvundafelag Føroya um føroyska luttøku í Transpoesie 2013, og felagið heitti á Carl Jóhan Jensen at bjóða fram eina yrking til høvið.
Altjóða bókmentahúsið í Brússel, Passa Porta, verður karmur um alment bókmentatiltak 26. september, har Carl Jóhan Jensen og yrkjarar úr sjey øðrum londum fara at lesa upp úr sínum skaldskapi og kjakast um støðuna hjá evropeiskum málum og bókmentum.
Orsøkin til, at Transpoesie byrjar júst 26. september er, at tá er almenni evropeiski dagurin fyri mál, sum Evroparáðið og ES settu á stovn í 2001. Umframt ferðandi yrkingarnar og tiltøk við upplestri verður eisini framsýning í Gallerie Anspach, sum er sølumiðstøð mitt í Brússel, har tær 25 yrkingar í Transpoesie 2013 verða at síggja á stórum talvum, samstundis sum greitt verður frá um tiltakið, yrkingarnar og yrkjararnar.










