Føroyskur sangari leggur lunnar undir danskt spælistað

Frankah fer á pall, tá Keypmannahavn fær nýtt spælistað leygardagin.

Leygardagin letur nýtt spælistað upp í Keypmannahavn, nevnt Underbar, og liggur hetta í kjallarahæddini á Copenhagen Downtown Hostel.

 

Staðið er, umframt spælistað, eisini ætlað sum barr og náttklubbi.

 

Eittnú fara Måne og Frankah á pall hetta kvøld.

 

Frankah eitur í veruleikanum Helena, oger dóttir Elin B. Heinesen. Hon hevur við hepni roynt seg innan tónleik og nú er hon við, tá ein so rár hending, sum tað at eitt nýtt spælistað letur upp í Keypmannahavn, setir dagsskránna í danska tónleikaumhvørvinum.